|
Mold - Svarti Ravnur lyrics
Breið tínar veingir út og flúgv so yvir vøtnini. Yvir dimmu dalarnar og fram til gylta tindin. Svarti ravnur set teg har, ið sólin fer í kav, - og lat bleyta árkvæðið rura teg í blund, - tú svevur væl, tú svevur væl … Næsta morgun sterka rúmdarsólin hitar kroppin tín, - lat so veingir tína bera teg til undurlandið. Svarti ravnur, legg nú væl til merkis hvat tú sært, - og lat ikki harða sólarljósið blenda teg … lat tað ikki blenda teg … Ljósir kroppar heilsa tær og undrast yvir búna tín. Lat teir ikki nema teg, – hevja teg til skýggja. Svarti ravnur, flúgv so heim og sig mær hvat tú sá. Ert tú enn tann sami, sum tá ið tú fleyg avstað … tá ið tú fleyg avstað … |
|
Last added lyrics |
---|
Time on Earth by Crowded House |
Call Me Irresponsible by Michael Buble |
Ghetto Bill by Master P |
Ray Ray by Raphael Saadiq |
Wanna Go Back by Eddie Money |